Brandr Index, ella brandr vísitalið, er ment av Dr. Fridrik Larsen, ið er serfrøðingur í branding og hevur eina bakgrund innan sálarfrøði og búskaparfrøði. Orsøkin var, at hann sá tørvin á meiri atkomiligum og umfatandi amboðum til at gera vørumerkjamátingar. Hann stovnaði tí bandr Index fyri at endurhugsa vørumerkjamátingar og geva fyritøkum virðsskapandi innlit í støðuna hjá teirra vørumerkjum.
Við síni bakgrund innan sálarfrøði hevur Fridrik Larsen eina djúptøkna fatan av, hvussu brúkarar uppfata vørumerki. Og við hollum royndum innan búskaparfrøði kundi hann menna eitt sterkt og dátudrivið amboð til vørumerkjamátingar.
Frá síni gransking innan vørumerking hjá orkufyritøkum, kom Fridrik Larsen fram til, at tørvur var á effektivum amboðum til vørumerkjamátingar. Í 2008 var kjølurin strektur fyri brandr Index, eitt spurnarskjal ið skuldi hjálpa orkufyritøkum at máta teirra vørumerki. Spurnarskjalið var víðariment tey næstu árini við 30 útvaldum og viðkomandi spurningum, sum góvu eina heildarmynd av heilsustøðuni hjá vørumerkinum.
Í 2016 var betaútgávan av brandr Index klár at vísa kundum. Spurnarkanningin var sera væl móttikin og róst fyri sína dýpt og neyvleika. Síðani tá er brandr Index brúkt av fyritøkum av øllum slag til at skapa betri positionering, styrkja vørumerkjakunnleika og økja um søluna.
Við fleiri enn 200 fyritøkum í Íslandi og Norðurevropa, sum longu brúka brandr Index, er møguleikin fyri altjóða marknaðinum eyðsýndur.
Av tí at brandr vísitalið kann lagast til eitt hvørt mál og ein hvønn marknað, er tað nú eisini klárt hjá Føroyskum fyritøkum at brúka. Brandr vísitalið er bygt á umfatandi kanningar og er validerað av akademiskari gransking, sum ger tað til eitt virðismikið amboð hjá øllum fyritøkum, óansæð stað, stødd ella vinnugrein.

Fridrik Larsen byrjar sína PhD ritgerð um energy branding á Aston Business School.
Konseptið um eitt mátingaramboð til orkuveitarar (sum seinni varð til brandr Index) varð sjósett.
Menningin av brandr Index, tá kent sum eBBI (Energy Branding Benchmark Index), verður liðug.
Fyrstu spurnarkanningar verða sendar út til kundar hjá orkuveitarum.
Brandr Index verður víðariment, so tað kann brúkast til kundar innan allar vinnugreinar.
Fleiri enn 200 fyritøkur hava keypt brandr Index og brúka tað til regluligar vørumerkjakanningar.
Brandr Index fer á altjóða marknaðin. Áhugin fyri tænastuni vekstur út um heimamarknaðin.
Bílegg eina framløgu!
Vilt tú vita meira um, hvussu brandr vísitalið kann hjálpa tínum vørumerki, vilja vit fegin hittast og greiða nærri frá og tosa um tínar møguleikar.
Jónas Broncks gøta 48
FO-100 Tórshavn
spyr@spyr.fo
+298 517950